WHO mælir fólki frá at ferðast uttanlands

bannari
WHO mælir fólki frá at ferðast uttanlands
Støðan er framvegis álvarslig, og virusfrábrigdini elva til óvissu, sigur evropeiski stjórin í heimsheilsustovninum
WHO mælir framvegis fólki frá at ferðast uttanlands
 
20.05.2021 - 15:23

Heimsheilsustovnurin, WHO, mælir fólki frá at ferðast til útlond, sum støðan við koronusmittuni er. Evropa-stjórin í WHO, Hans Kluge, sigur, at smittustøðan er framvegis álvarslig, og nýggju virusfrábrigdini elva til óvissu.

– Tí heiti eg á øll um at vera varin og hugsa seg um, um tað veruliga er neyðugt at ferðast út í heim,  og heldur avlýsa ferðina heilt, segði Kluge á tíðindafundi í dag.

Sambært Kluge, er indiska virusfrábrigdið staðfest í 26 londum í Evropa. Hann váttar tó, at góðkendu koppingarevnini fyri koronu eisini vinna á nýggju virusfrábrigdunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860