Sverri í finaluna

Sverri í finaluna
Sverri Sandberg Nielsen endaði á 2. plássi í hálvfinaluni fyrrapartin og skal sostatt rógva finalu í World Cup II kappingini í Sveis
Sverri Sandberg Nielsen skal rógva finalu í World Cup II í morgin
 
22.05.2021 - 12:16

Sverri Sandberg Nielsen endaði fyrrapartin í 2. plássi í hálvfinaluni í rógving í einskullara í World Cup II kappingini í Sveis.

Hann hevur sostatt róð seg í finaluna, sum verður í morgin.

Miðvingurin legði seg fremst beinanvegin, men týski kappingarneytin, Olivier Ziedler, tók leiðsluna, tá 500 metrar vóru eftir á mál og vann við tíðini 7.09.09, meðan Sverri Sandberg Nielsen kom á mál umleið eitt sekund seinni við tíðini 7.10.17.

Írin, Daire Lynch, endaði á triðja plássi og skal eisini í finaluna. Kjetil Borch, Mindaugas Griskonis og Saulius Ritter róðu seg í finaluna úr hinari hálvfinaluni.

World Cup II stevnan er seinasta kappingin hjá Sverra Sandberg Nielsen undan Olympisku leikunum í Tokio, sum verða í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576