Trygdarráðið hjá ST: Vápnahvíldin skal haldast

Trygdarráðið hjá ST: Vápnahvíldin skal haldast
Fyri fyrstu ferð síðani stríðið millum Ísrael og stríðshugaðar palestinar í Gaza byrjaði 10. mai, ger Trygdarráðið hjá ST nú vart við seg
 
23.05.2021 - 09:49

Tað ger Trygdarráðið í einari áheitan, har ráðið staðiliga heitir á stríðandi partarnar um at halda vápnahvíldina, sum kom í gildi fríggjanáttina.

Ráðið leggur eisini áherðslu á, at "tørvur er á hjálpartiltøkum til tey raktu fólkini" í kjalarvørrinum á stríðnum, sum byrjaði fyri tveimum vikum síðani.

Trygdarráðið hjá Sameindum Tjóðum hevur fleiri ferðir roynt at orðað eina felags fráboðan, men USA hevur higartil ikki víst ráðnum stuðul.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur aftur og aftur sagt, at USA heldur, at Ísrael hevur rætt til sjálvt at verja seg, skriva tíðindastovurnar Ritzau og AFP.

Brot tikið úr fráboðanini

Nú er tað kortini eydnast Trygdarráðnum hjá Sameindum Tjóðum at fáa stuðul úr USA til fráboðanina, sum ráðið nú hevur sent út.

Tað hendi eftir at eitt brot um fordøming av harðskapi er tikið úr fráboðanini. Júst tað evnið er viðkvæmt, tí tað nemur við skuldarspurningin, skriva tær báðar tíðindaastovurnar.

232 fólk hava latið lív í Gaza, teirra millum 65 børn og 39 kvinnur, søgdu palestinsku myndugleikarnir fyrr í vikuni. Herurin í Ísrael segði tá, at í minsta lagi 160 stríðsfólk eru dripin. Í Ísrael eru 12 fólk deyð, teirra millum tvey børn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 3:3
135628
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345