Samherji ágangandi við tíðindafólk

Samherji ágangandi við tíðindafólk
Íslendska felagið, Samherji, hevur lagt lagt ætlanir fyri, hvussu tey kunnu skaða tíðindafólk
Mynd: Savnsmynd (RUV)  
 
24.05.2021 - 14:00

Íslendski risin, Samherji, leggur ætlanir handan leiktjøldini fyri, hvussu tey skulu “stinga knívin í, snara hann runt og stroya salt í sárið”, sum tey sjálvi taka til, móti journalistum í Íslandi og her í Føroyum.

Tað vísir innanhýsis samskifti hjá Samherja, sum íslendskir miðlar hava fingid fatur á.

Samherji sett eina "gerilja-eind"

Skjølini avdúka, at síðani stóra mutursgølan gjørdist almenn á heysti 2019 hevur ein serligum bólkur av lyklastarvsfólkum hjá Samherja arbeitt við at spenna bein fyri journalistum sum dekka málið og varskógvaranum, Jóhannes Stefansson.

Hesin bólkur í Samherja rópar seg ferð eftir ferð fyri ”gerilja-eindin” í skjølunum, sum íslendskir miðlar endurgeva um vikuskiftið. Innanhýsis samskiftið vísir, at seinastu mánaðirnar hevur hendan ”gerilja-eindin” arbeitt við at skaða journalistar í KvF, sum gjørdu sendingarnar ”Teir ómettiligu”.

Síðan sendingarnar hevur TAKS meldað Samherja til løgregluna og Samherji sjálvt hevur rindað 17 milliónir aftur til TAKS fyri óheimilaða skattaafturbering gjøgnum FAS-skipanina.

Leggja ætlanir um at skaða tíðindafólk

Samherji hevur ongantíð svarað spurningum frá Kringvarpinum, men innanhýsis skjølini prógva, at serliga ”gerilja-eindin” hjá Samherja hevur lagt ætlanir fyri, hvussu tey skulu skaða journalistarnar báðar, skaða íslendska RUV fyri teirra luttøku í sendingunum og samstundis skaða blaðstjóran á íslendska miðlinum Kjarninn, sum luttók í sendingunum Teir Ómettiligu.

Samherji hevur í fleiri umførum verið óvanliga ágangandi móti journalistum í Íslandi, sum hava dekkað mutursgøluna. Eitt nú hevur samherji lagt 13 filmar á YouTube, har bæði journalistar og varskógvarin sjálvur standa fyri skotum.

 >> SÍ EISINI Sveinur Tróndarson gav Samherja "hjálpandi hond"

Hetta hevur fingið fleiri miðlafeløg í øðrum londum at senda stuðulsskriv til starvsfelagarnar í Íslandi í hesum máli og harta Samherja fyri teirra atburð.

Og nú er also greitt, at serliga ”gerilja-eindin” hjá Samherja eisini leggur ætlanir handan leiktjøldini, hvussu tey skulu skaða journalistar í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391