KÍ illa umboðað í landsliðshópinum

KÍ illa umboðað í landsliðshópinum
Bert tveir spælarar úr suverena oddaliðnum í føroysku landskappingini, KÍ, eru tiknir út til landsliðið, sum skal spæla ímóti Íslandi og Liktinstein
Jákup B. Andreasen er ikki tikin út til landsliðið hesa ferð
 
25.05.2021 - 11:22

Miðverjarnir, Odmar Færø og Heini Vatnsdal, eru einastu KÍ-spælararnir, sum eru tiknir út til venjingardystirnar ímóti Íslandi og Liktinstein, sum verða spældir fyrst í juni.

Spælarar, sum Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Jóannes Kalsø Danielsen og Árni Frederiksberg eru ikki við í hópinum.

Tað kann kortini vera, at onkur spælari verður tikin út afturat seinni í hesi vikuni.

Í fyrstu atløgu hevur Håkan Ericson, landsliðsvenjari, saman við hjálparvenjaranum, Eli Hentze, sent boð eftir 23 spælarum. Av teimum eru fimm, ið ikki vóru við til HM-undankappingardystirnar móti Moldova, Eysturríki og Skotlandi, sum vóru spældir í mars.

Nýggjur í hópinum er Mattias Lamhauge úr B36. Málverjin avloysir Gunnar Nielsen, ið vegna persónligar orsøkir hevur givið avboð. Hinir fýra, ið ikki vóru við seinast, men sum nú eru í landsliðshitanum aftur, eru René Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Heðin Hansen og Andreas Lava Olsen.

Dysturin móti Íslandi verður 4. juni og 7. juni er Liktinstein mótstøðuliðið. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Rene Shaki Joensen, HB
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (Ísland)
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Heðin Hansen, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Petur Knudsen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488