Poul Schlüter deyður

Poul Schlüter deyður
Schlüter var forsætisráðharri í 11 ár, og hann avgjørdi, at Føroyar kundu yvirtaka ráevnini í undirgrundini
Poul Schlüter var forsætisráðharri í Danmark í 11 ár
Mynd: Berlingske  
 
28.05.2021 - 10:17

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, er deyður 92 ára gamal.

Hann er tann forsætisráðharrin í Danmark eftir seinna heimsbardaga, sum hevur sitið longst.

Poul Schlüter var forsætisráðharri í 11 ár, í fýra valskeiðum, frá 1982 til 1993, tá stjórnin legði frá sær.

Hann var eisini forsætisráðharri, tá avtala varð gjørd fyri landsstýrið, um at Føroyar kundu yvirtaka ráevnini í føroysku undirgrundini. Tá hevði verið samráðst um undirgrundina í mong ár.

Poul Schlüter og Atli Dam, løgmaður, skrivaðu undir avtaluna í Tinganesi fyri jól í 1992. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115