Stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni

Stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni
Einki samskifti hevur verið millum partarnar, síðani Pedgogfelagið lýsti 24 tíma arbeiðssteðg á vøggustovunum
Hósmorgunin fara pedagogarnir á vøggustovunum kring landið í 24 tíma verkfall
 
01.06.2021 - 13:01

Tað stendur framvegis í botni í samráðingunum millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið.

Terje Sigurðsson, semingsmaður sigur, at semingsstovnurin er til reiðar í somu løtu, útlit eru fyri samráðingum. Men í løtuni er ov langt millum partarnar, og tað er umráðandi at vísa virðing fyri pørtunum.

Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vrakaðu í gjár uppskotið, sum Pedagogfelagið sendi pørtunum 26. mai.  

Fíggjarmálráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið halda, at uppskotið hjá Pedagogfelagnum byggir í stóran mun á upprunakrøvini hjá felagnum, og leggur soleiðis upp til, at partarnir fara at samráðast heilt av nýggjum.

- Tað meta vit ikki gevur meining, tá hugsað verður um, at nógvir samráðingarfundir og drúgv seming hava verið millum partarnar, siga Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í svarinum til Pedagogfelagið

Arbeiðssteðgur

Pedagogfelagið lýsti í gjár verkfall í 24 tímar fyri allar vøggustovur, frá hósmorgni 3. juni kl. 7 til fríggjamorgunin 4. juni kl. 7.

Felagið harmast um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið ikki vilja samstarva um at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið.

Síðani Pedagogfelagið lýsti arbeiðssteðg í 24 tímar fyri allar vøggustovur, hevur einki samskifti verið millum partarnar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904