Stórur áhugi at keypa Magn

Stórur áhugi at keypa Magn
Freistin at bjóða er longd til 9. juni
Freistin at bjóða upp á Magn er longd til 9. juni
 
04.06.2021 - 09:09

Freistin at bjóða upp á oljufelagið Magn er longd til 9. juni eftir áheitan frá teimum, sum ætla at bjóða, og tí at áhugin at bjóða er stórur. 

Freistin at koma koma við óbindandi tilboði var annars fyri 4. juni, sum er í dag.

Men nú hevur eigarin, íslendska oljufelagið Skeljungur, boðað frá, at freistin er longd nakrar dagar.

13. apríl boðaði Skeljungur frá, at áhugi er fyri at keypa Magn.

Skeljungur kunngjørdi longu 24.mars, at ætlanin var at selja Magn. Partaeigararnir í Magn gera av, um felagið verður selt.

Tilboðini, sum koma, eru óbindandi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672