Hava vunnið hvørja ferð ímóti Liktinstein

Hava vunnið hvørja ferð ímóti Liktinstein
Føroyar hava spælt ímóti Liktinstein fimm ferðir. Hvørja ferð hevur talan verið um venjingardyst, og hvørja ferð hava Føroyar vunnið
Sonni Ragnar Nattestad skeyt mál ímóti Liktinstein í 2018
 
07.06.2021 - 13:00

Í kvøld spæla Føroyar og Liktinstein venjingardyst á Tórsvølli. 

Júst Liktinstein er eitt lið, sum føroyska landsliðið hevur góð hagtøl ímóti. 

Í fimm venjingardystum ímóti miðevropeiska fúrstadøminum hevur føroyska liðið vunnið allar.

Fyrsti dysturin var á útivølli í høvuðsstanum, Vaduz, í 2000. Ta ferðina skeyt Uni Arge einasta málið í 71. minutti. Tvey ár seinni avgjørdi Uni Arge aftur í 1-0 sigri á Kypros.

Sama ár spældu Føroyar og Liktinstein eisini venjingardyst á Tórsvølli. Stóri profilurin hjá Liktinstein, Mario Frick, sum spældi 125 landsdystir millum 1993 og 2015, legði útiliðið á odda í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin vendu Christian Høgni Jacobsen, Fróði Benjaminsen og Julian Johnson dystinum. 

Síðan gingu 14 ár, áðrenn londini aftur hittust. Í 2016 var dystur í Marbella í suðurspania. Brandur H. Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Sølvi Vatnhamar góvu Føroyum eina 3-0 leiðslu, áðrenn Liktinstein minkaði til 3-2 seint í dystinum.

Seinasti dysturin millum Føroyar og Liktinstein var eisini í Marbella í 2018, og tann dysturin endaði við tryggum 3-0 sigri. Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur H. Olsen og Sonni Ragnar Nattestad skutu málini. 

Í kvøld hittast londini so fyri sættu ferð. Talan er um venjingardyst á Tórsvølli, og Føroyar mugu metast vera favorittur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098