Grundstykki skulu bjóðast út

Grundstykki skulu bjóðast út
Eykabýráðsfundur verður í Fuglafirði seinnapartin um útboðið
Kommunala eftirlitið átalaði Fuglafjarðar kommunu fyri at selja partafelagnum Toftanes trý grundstykki uttan um útboðsreglurnar
 
09.06.2021 - 08:57

Fuglafjarðar kommuna fer nú at bjóða út alment tvey grundstykki, sum annars longu eru seld.

Eykabýráðsfundur verður í Fuglafirði seinnapartin í dag um útboðið.

Kommunala eftirlitið átalaði Fuglafjarðar kommunu fyri at selja partafelagnum Toftanes trý grundstykki uttan um útboðsreglurnar.

Toftanes skal byggja íbúðir á stykkjunum.

Nú skulu tvey av teimum trimum grundstykkjunum bjóðast út alment.

Fuglafjarðar kommuna hevur leingi miðað eftir at fáa íbúðir í býnum.

Tá ið eitt samskifti við Bústaðir ikki bar á mál, varð farið at samráðast við Toftanes, hóast onnur feløg eisini høvdu áhuga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234