Matvirksemi krevur løggilding

Matvirksemi krevur løggilding
Freistin at søkja um løggilding er til 28. juni
Roknast skal við, at viðgerðartíðin er tríggjar vikur at rokna, frá tí degi fullfíggjað umsókn er komin, sigur Starvsstovan
 
16.06.2021 - 14:47

Heilsufrøðiliga starvsstova minnir fólk á, at tey skulu søkja um løggilding, um tey ætla at byrja matvirksemi í summar.

Freistin at søkja um løggilding er til 28. juni.

Matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni viðger umsóknirnar um løggilding. 

Partur í viðgerðini er, at eftirlitsfólk koma og sýna staðið. 

Roknast skal við, at viðgerðartíðin er tríggjar vikur at rokna, frá tí degi fullfíggjað umsókn er komin.

Heilsufrøðiliga starvsstovan ger eisini vart við, at matvøruvirksemi, sum byrjar uttan løggilding, kann verða meldað til fútan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576