Búnaðarstovan tekur ímóti ull í summar

Búnaðarstovan tekur ímóti ull í summar
Fyri fyrsta floks ull verða latnar 10 krónur fyri kilo
Aftur í ár verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni
 
23.06.2021 - 15:36

Búnaðarstovan tekur ímóti ull í summar, frá hálvum juli.

Ullin verður góðskumett og avroknað eftir tí. Hon skal vera turr, rein og nosslig og í reinum posum.

Prísurin er hin sami sum í fjør:

- fyri fyrsta floks ull verða latnar 10 krónur kilo, íroknað MVG.

- fyri annað floks ull verður latin hálv onnur króna fyri kilo, íroknað MVG.

Í sambandi við ullarmóttøkuna søkir Búnaðarstovan eftir fólki at taka ímóti, skilja og pakka ullina.

Størvini eru tímalønt og tíðaravmarkað frá hálvum juli, til síðst í september.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040