Koppseting neyðug fyri at basa Delta-frábrigdinum

Koppseting neyðug fyri at basa Delta-frábrigdinum
Leiðararnir í ES heita nú á fólk um at lata seg koppseta fyri koronu í royndini at basta indiska Delta-frábrigdinum
 
25.06.2021 - 08:16

Tað hevur alstóran týdning at fáa fólk koppsett fyri koronu sum skjótast.

Tað var niðurstøðan hjá leiðarunum í ES, sum í gjárkvøldið umrøddu støðuna við nógv smittandi Delta-frábrigdinum av koronu.

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, segði kortini, at tilburðirnir av korona fækkast, so hvørt sum fólk verða koppsett.

- Hóast vit kunnu vóna tað besta, so er koronakreppan langtfrá av, serliga í teimum fátæku londunum er støðan ring. Og bæði í Týsklandi og í Evropa sum heild er støðan ivasom, sigur hon við AP tíðindastovuna.

Evropiska miðstøðin fyri at hava tamarhald á smittuni roknar við, at 90 prosent av øllum fólkum, sum verða smittað og gerast sjúk av koronu í august, verða smittað við Delta-frábrigdið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672