Fólk hava rætt at fáa Voxbotn-atgongumerkið endurgoldið

Fólk hava rætt at fáa Voxbotn-atgongumerkið endurgoldið
Lógin er púra greið, at verður eitt tiltak útsett ella avlýst, hevur brúkarin rætt til at fáa atgongumerkið endurgoldið. Tað sigur Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð.
 
28.06.2021 - 11:45

Fyriskipararnir av tónleikatiltakinum Voxbotn skrivaðu á facebook í síðstu viku, at fólk høvdu skrivað til teirra um møguleikan at fáa endurrindað atgongumerkið fyri Voxbotn 2020.

Voxbotn-fyriskipararnir søgdu seg ikki kunna viðgera hetta enn, tí tað framvegis er ógreitt, nær ein hjálparpakki kemur frá myndugleikunum.

 

Atgongumerkið skal endurgjaldast

Men lógin er púra greið, sigur brúkaraumboðið, Rannvá Ragnarsdóttir. 

"Verður eitt tiltak útsett ella avlýst, hevur brúkarin rætt til at fáa atgongumerkið endurgoldið."

Rúni Djurhuus, sum er ein av fyriskiparunum av Voxbotn tiltakinum, sigur við útvarpið, at tey framvegis bíða eftir boðum frá myndugleikunum. Og tí fáa teir onki gjørt í løtuni.

Rúni Djurhuus sigur seg vóna at kunna geva nærri boð skjótt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115