Helena Kannuberg forkvinna í Málráðnum

Helena Kannuberg forkvinna í Málráðnum
Stór útskifting hevur verið í Málráðnum, nú bara Elin Henriksen heldur fram í Málráðnum, sum er valt fyri næstu fýra árini
Í 2019 kundi Helena Kannuberg feira, at hon var MA í føroyskum. Nú er hon eisini forkvinna í Málráðnum
Mynd: Privat / Facebook  
 
06.07.2021 - 08:50

Nýggja forkvinnan í Málráðnum eitur Helena Kannuberg, og hon er vald eftir tilmæli frá Føroyamáli.

Randi Kúrberg er næstforkvinna. Nám hevur tilmælt hana.

Hini eru Eyðun á Borg og Meifríð Weihe Hansen, sum landsstýrismaðurin í mentamálum tilmælti, Johan Blábjørg, sum Deyvafelagið og felagið Hoyr tilmælti, Rakul Skaale Andreasen, sum Fróðskaparsetrið tilmælti, Theodor E. Olsen, sum  Javnstøðunevndin tilmælti, Elin Henriksen, sum Móðurmálslærarafelagið tilmælti, Heri J. Joensen, sum Navnanevndin tilmælti, Bergur Rasmussen, sum Rithøvundafelagið tilmælti og Lena Reinert, sum Staðarnavnanevndin tilmælti.

Bara Elin Henriksen heldur fram í Málráðnum, nú tað er valt fyri næstu fýra árini.

Hini tíggju, sum blivu vald í 2017, eru ikki afturvald. 

Landsstýrismaðurin tilnevndi forkvinnuna og næstforkvinnuna.

Málráðið skipar seg við eini starvsnevnd, sum hevur fimm limir.

 

Skal røkja, menna og verja

Endamálið hjá Málráðnum er at røkja, menna og verja føroyska málið, eisini teknmálið.

Málráðið skal vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og áseta føroyska stavseting.

Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. 

Almennir myndugleikar eiga í størstan møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.

Til ber eisini hjá stovnum og einstaklingum at venda sær til Málráðið við spurningum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097