Verður rikin á Hvalba

Verður rikin á Hvalba
Ein grind er í morgun funnin út fyri Sandvík
 
08.07.2021 - 08:12

Ein grind, sum í morgun varð funnin út fyri Sandvík, verður í løtuni rikin á Hvalba.

Tommy Olsen, grindaformaður í Sandvík, sigur, at einir 6-8 bátar eru hjá grindini, ið hann metir er um 80 hval. 

Sandvík er ikki góðkend hvalvág, og tí er neyðugt at reka hana suður til Hvalbiar. 

- Sjóvarfallið vendir rætt, so nú fáa vit at síggja hvussu gongur, sigur grindaformaðurin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF