Amatøroyar letur 15.000 krónur til Kvinnuhúsið

Amatøroyar letur 15.000 krónur til Kvinnuhúsið
Statiruparið Amatøroyar letur nú ein part av pengunum, sum fólk hava goldið fyri at hoyra Amatøroyar seinastu tíðina, til Kvinnuhúsið
Jóan Pauli Jakobsen og Bjarni Arge, ið standa aftanfyri Amatøroyar
Mynd: Amatøroyar  
 
13.07.2021 - 17:04

Í september í fjør vóru væl umtóktu og speirekandi poddarnir, Amatøroyar, lagdir aftanfyri ein gjaldsvegg á tí, sum eitur Patreon.

Síðani hava nógv goldið 30 krónur um mánaðin fyri at gerast amatøroyingur og hoyra poddarnar hjá makkaraparinum Bjarna Arge og Jóan Paula Jakobsen. 

Nú letur Amatøroyar so 15.000 krónur av teimum pengunum, sum eru komnir inn, til Kvinnuhúsið - Kreppumiðstøðin.

"Vit lovaðu frá byrjan, at partar av inntøkuni á Patreon fara til vælgerandi endamál. Tí hava vit valt at lata Kvinnuhúsinum ein stuðul á 15.000 krónur," skriva Amatøroyar á facebook í dag. 

Hóast gjøldur verður gjørt við tí mesta í Amatøroyar-alheiminum, so er harðskapur móti kvinnum also ikki nakað at flenna eftir. 

Amatøroyar skriva, at í koronaárinum 2020 vóru 50 prosent fleiri áheitanir um harðskap móti kvinnum. "Tað skal steðgast!" staðfesta teir. 

Í sama viðfangi, so heita teir á fólk um at stuðla Kvinnuhúsinum við at gerast limur har. 

Herfyri kom eisini fram, at Amatøroyar nú aftur verður ókeypis at lurta eftir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313