Væl uppløgd Margretha drotning komin á vitjan

Væl uppløgd Margretha drotning komin á vitjan
Margretha drotning sá stásilig út í føroyskum klæðum og tóktist í góðum hýri, tá hennara almenna vitjan í Føroyum byrjaði seinnapartin
Stórsmílandi Margretha drotning heilsaði upp á fólk á Bursatanga
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.07.2021 - 14:24

Almenna vitjanin hjá Margrethu drotning í Føroyum er nú byrjað, hóast eitt sindur seinkað. 

Klokkan 13 skipaði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri móttøku á Bursatanga í Havn, har løgmaður, ríkisumboðið og borgarstjóri í Havn tóku ímóti drotningini. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Hennara hátign drotningin var stórsmílandi, hóast ymiskar avbjóðingar hava verið á leiðini til Føroya. 

Fyrst fekk kongaskipið Dannebrog maskinskaða og fekk ikki verið við á ferðini til Føroya. 

So fekk serbygda Challenger-flogfarið hjá drotningini ikki lent í gjár vegna mjørka, og tað gjørdi, at drotningin ikki kom til landið fyrr enn í morgun. 

Hetta hevur ávirkað skránna nakað, og eitt nú bleiv vitjanin í Klaksvík strikað. 

>>Her er røðan, ið Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, helt fyri drotningini á Bursatanga

drotningavitjan

Frítekst tagging: 

Í dag vitjar drotningin í høvuðsstaðnum, og millum annað var hon úti í Tinganesi. 

Restin av degnum sær soleiðis út hjá drotningin. 

Kl. 15.00 – 15.40 Vitjan í Løgtinginum

Kl. 15.45 – 16.05 Almenn móttøka á Trappuni í Vágsbotni

Kl. 16.15 – 17.00 Vitjan á Skúlanum á Fløtum

Kl. 17.10 - 18.00 Vitjan í Sjóvinnuhúsinum

Kl. 19.30 Veitsludøgurði løgmans í Norðurlandahúsinum

>>Sí skránna fyri drotningavitjanina her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539