35 reikferðaskip avlýst ferðina til Havnar í ár

35 reikferðaskip avlýst ferðina til Havnar í ár
Fleiri enn 50 skip høvdu ætlað sær til høvuðsstaðin í ár, men nú eru bara 17 skip eftir, sum ikki hava avlýst
Korona hevur havt við sær, at nógv reikferðaskip hava avlýst ferðina til Havnar í ár.
 
26.07.2021 - 12:20

Upprunaliga høvdu fleiri enn fimmti reikferðaskip ella krússkip boðað Tórshavnar havn frá, at tey skuldu koma higar í ár. Men koronusmittan er orsøkin til, at eini 35 skipa hava avlýst higartil.

Sigmund Norðfoss, vakthavandi í Tórshavnar havn sigur við Kringvarpið, at nú eru 17 reikferðaskip eftir, sum skuldu koma til Havnar, og sum ikki hava avlýst enn. 

Bíða eftir landsstýrinum

Sigmund Norðfoss heldur, at reiðaríini bíða eftir, at landsstýrið skal boða frá, at til ber at koma í land av einum ferðafólkaskipi, uttan at taka koronuroyndir, ella at onnur koronukrøv skulu lúkast.

Tað eru tey stóru reiðaríini, sum enn hava reikferðaskip, ið framvegis vóna at sleppa til Føroya, teirra millum eru Norwegian Cruiseline, Royal Carribean og Carnival Cruise Line.

Sjey reikferðaskip skuldu eftir ætlan fara til Runavíkar, og okkurt skip skuldi eisini til Klaksvíkar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425