Maður druknaður í Oyndarfirði

Maður druknaður í Oyndarfirði
Leitað varð eftir manninum, tí hann ikki kom afturíaftur
Einki bendir á í løtuni, at talan er um annað enn eina vanlukku, sigur politiið.
 
26.07.2021 - 08:23

Ein maður druknaði í Oyndarfirði seinnapartin í gjár.

Leitað varð eftir manninum, tí hann ikki kom afturíaftur. Hann varð funnin deyður í sjónum tætt við land.

Politiið vil ikki siga so nógv annað um málið nú.

Men einki bendir á í løtuni, at talan er um annað enn eina vanlukku.

Politiið sigur, at tey avvarðandi hjá manninum hava fingið boðini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF