Skaðanevndin liðug at kanna Eivind

Skaðanevndin liðug at kanna Eivind
Skaðanevndin hevur eisini kannað, um manningartalið umborð var tað rætta í mun til krøvini.
 
07.08.2021 - 10:25

Danska skaðanevndin er liðug at kannað málið, tá línuskipið Eivind mánadagin fór á land á Flesjunum. Men niðurstøðan kemur ikki fyrr enn um tveir mánaðir.

Skaðanevndin hevur tosað við manningina, reiðaran, MRCC, Sjóvinnustýrið og onnur. Harumframt eru sjálvi siglingarviðurskiftini kring Flesjarnar kannað.

Av tí, at danska skaðanevndin hevur nógv at gera, verður niðurstøðan ikki latin Sjóvinnustýrinum fyrr enn um einar tveir mánaðir.

Skaðanevndin hevur eisini kannað, um manningartalið umborð var tað rætta í mun til krøvini, tá óhappið hendi. Kravið til minstumanning er seks mans. Verður komið til ta niðurstøðu, at manningartalið ikki var tað rætta, so KANN málið verða lagt fyri rættin.

Sjóvinnustýrið hevur ikki rætt at útskriva fyrisitingarligar bøtur, tí skulu øll mál víðvíkjandi møguligum brotum leggjast fyri rættarskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595