Makrelur til mjøl kann brúkast sum agn í staðin

Makrelur til mjøl kann brúkast sum agn í staðin
Fiskimálaráðið hevur latið tilsamans átta vinnuligum fiskiroyndum makrel í hesum umfarinum
Smápartafelagið, Glyggur Fishproteins and Bait, hevur í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood fingið 200 tons av makreli, sum kann býtast um við makrel, sum annars fer til mjøl.
 
16.08.2021 - 11:35

Makrelur, sum annars verður brúktur til mjøl, kann brúkast sum agn í staðin fyri.

Tað er ein av vinnuligu fiskiroyndunum, sum hevur fingið makrel frá Fiskimálaráðnum.

Smápartafelagið, Glyggur Fishproteins and Bait, hevur í samstarvi við Snarfrost og TG Seafood fingið 200 tons av makreli, sum kann býtast um við makrel, sum annars fer til mjøl.

Tann makrelurin kann brúkast til agn.

Sjey aðrar verkætlanir

Sjey aðrar verkætlanir fingu makrel til vinnuligar fiskiroyndir í hesum umfarinum.

Tavan og skipini Jupiter, Katrin Jóhanna, Arctic Voyager, Borgarin, Norðingur, Fagraberg og Høgaberg fingu 350 tons.

Tavan sker makrelin til flak og glaserar flakið í saltlaka. Flakið verður selt til roykivirki í ES.

Fiskimálaráðið hevur latið makrel til vinnuligari fiskiroyndir.

Varðin Pelagic fekk 250 tons. Verkætlanin hjá teimum miðar eftir at menna ymsar framleiðslur burtur úr fráskurði.

Kósin, P.P. Faroe Pelagic, Norðingur og Borgarin fingu 350 tons, sum skulu landast í Kollafirði og flytast til Klaksvíkar við tangabili. 

Á Kósini verður makelurin kruvdur, einkultfrystur og skildur í neyvar støddir. 

Menna trol

Gulenni, Vónin, Varðin Pelagic og Tummas T fingu 150 tons til at menna eitt trol, sum fiskar eins væl, er lættari at toga og sum tekur minni pláss. 

Kinnfelli og Vónin fingu 150 tons, eisini til trolmenning. 

TG Seafood og skipini Fram, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin og Arctic Voyager fingu 250 tons. 

Verkætlanin hjá teimum er at pakka heysaðan, rundfrystan og fløk, og brúka makrel til matna, sum annars fer til mjøl.  

Og Delta Seafood fekk saman við skipinunum Fram, Eysturbúgvanum, Vesturbúgvanum, Arctic Voyager, Tummasi T og Gøtunesi 250 tons til nøkunlunda somu framleiðsla sum tann hjá TG Seafood.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938