Forsetin í Afganistan flýddur til Sameindu arabisku emiratini

Forsetin í Afganistan flýddur til Sameindu arabisku emiratini
Tað ljóðar, at forsetin hevur tikið eina stóra peninganøgd við sær, men tíðindini eru ikki váttað
Forsetin í Afganistan er flýddur av landinum.
 
19.08.2021 - 09:49

Forsetin í Afganistan, Ashraf Ghani, er flýddur til Sameindu arabisku emiratini. Tað boða embætisfólk á staðnum frá.

Uttanríkisráðið í Sameindu arabisku emiratunum sigur, at landið hevur tikið væl ímóti Ghani og familju hansara, av humaniterum orsøkum.

Tað hevur annars verið at hoyrt, at Ghani skuldi vera flýddur til Tadsjikistan. Tað hevur eisini verið frætt, at hann skal hava tikið eina stóra peninganøgd við sær, men hetta er heldur ikki váttað.

Boðaði frá á Facebook

Tað var sunnudagin, at afganski forsetin skrivaði til afganska fólkið á Facebook, at hann hevði tikið torføru avgerðina at rýma úr landinum, fyri at sleppa undan blóðbaði í Høvuðsstaðnum, Kabul.

Hesa avgerðina hevur Ghani fingið nógva ábreiðslu fyri frá øðrum politikarum í Afganistan.

- Gud fer at seta hann til svars fyri hesum, og tað sama fer tjóðin at gera, segði Abdullah Abdullah, formaður í afganska Hægstaráðnum fyri tjóðarsemju.

Forsetin í USA, Joe Biden, hevur eisini fordømt afgansku stjórnina fyri at rýma.

Men tá amerikanarar tosa um Ghani, verður hann enn nevndur sum forseti í Afganistan, tí valdið er ikki alment latið víðari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870