Koppseting í Runavík

Koppseting í Runavík
Týsdagin í næstu viku verður koppseting í skótahúsinum í Runavík 
Runavík.
 
21.08.2021 - 09:11

Týsdagin í næstu viku verður koppseting í skótahúsinum í Runavík. 

Koppsetingin verður millum kl.16.00 og 18.00 og talan er um støkk inn koppseting.

Neyðugt er tí ikki at bíleggja tíð.

Havast skal í huga, at 21 dagar skulu vera millum fyrra og seinna prikið.

Tey ungu krevja loyvi

Onkur, sum hevur foreldramyndugleika, skal játta, at 12, 13 ella 14 ára gomul kunnu koppsetast og vera hjástaddur, tá koppsetingin er. 

Hetta er tó ikki neyðugt í sambandi við seinna prikið, um foreldramyndugleikin hevur givið loyvi til bæði prikini.
 
Klaksvíkar Sjúkrahús og Runavíkar kommuna standa fyri átakinum týsdagin seinnapartin.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672