Samdir um at fáa øll úr Afganistan

Samdir um at fáa øll úr Afganistan
Støðan í Afganistan verður umrødd á G7-toppfundi í dag
Boris Johnson, forsætisráðharri, og Joe Biden, forseti.
 
24.08.2021 - 08:49

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, eru samdir um at arbeiða fyri at tryggja, at øll, sum skulu flytast burtur úr Afganistan, verða flutt. Eisini, um evstamarkið 31. august skal verða longt. 

Tað boðar Downing Street nummar 10 frá. Ovastu leiðararnir í londunum báðum tosaðu saman í gjárkvøldið.

Taliban boðaði annars frá í gjár, at tað fær álvarsligar avleiðingar, um USA og tey sameindu leingja freistina til eftir 31. august, at tey fara hava herfólk í landinum.

Í dag fara Joe Biden og Boris Johnson á G7-fund á netinum. Talan er um ein eykafund, har støðan í Afganistan skal umrøðast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860