Sílá tapti eisini í landsrættinum

Sílá tapti eisini í landsrættinum
Landsrætturin sigur, at Bú- og heimatænastan í Suðuroynni hevur ikki bundið seg til at keypa bygningin í Froðba fyri góðar 11 milliónir kr.
Bú- og heimatænastan er fríkend, og Smápartafelagið Sílá skal rinda sakarkostnaðin.
 
25.08.2021 - 15:00

Smápartafelagið við Sílá í Trongisvági fekk heldur ikki viðhald í Eystara landsrætti, nú dómur er sagdur í málinum.

Niðurstøðan hjá Eystara landsrætti er, at Bú- og heimatænastan í Suðuroynni hevur ikki bundið seg til at keypa bygningin í Froðba frá smápartafelagnum fyri slakar 11,3 mió. kr., sum felagið við Sílá annars hevði fatan av.

Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni er fríkend, og Smápartafelagið við Sílá er dømt at rinda 200.000 kr. til Bú- og heimatænastuna í sakarkostnaði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112