Starvsfelagið og lønardeildin hittast í dag

Starvsfelagið og lønardeildin hittast í dag
Starvsfelagið hevur sagt sáttmálan upp at fara úr gildi 1. oktober
Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.
 
06.09.2021 - 10:55

Starvsfelagið segði sáttmálan við Fíggjarmálaráðið upp til 1. oktober, og í dag verður fyrsti fundurin millum partarnar.

Á fundinum fara partarnir at tosa um, hvussu samráðingarnar skulu fara fram, sigur Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Tað er bara Starvsfelagið, sum hevur sagt sáttmálan upp í hesum umfarinum. Allir hinir sáttmálarmir fara úr gildi um eitt ár, um teir verða uppsagdir til ta tíð.

Nakrir sáttmálar eru eftir

Enn eru nakrir sáttmálar at samráðast um, sum vórðu uppsagdir 1. oktober í fjør.

Talan er um fimm bólkar í sjúkrahúsverkinum.

Samráðingar eru millum lønardeildina og tey fakfeløgini, men nær nýggjur sáttmáli verður undirskrivaður við feløgini, er ikki greitt, sigur stjórin á lønardeildini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846