61 kirkjuráð skulu mannast

61 kirkjuráð skulu mannast
Listarnir til kirkjuráðsvalið skulu vera inni í seinasta lagi 20. september
Havnar kirkja
 
09.09.2021 - 09:10

Týsdagin 2. november er kirkjuráðsval í øllum kirkjusóknum, ið eru meira enn 499 fólk. 

Valið skal eisini verða, hóast bara ein listi verður gjørdur, sigur skipanin.

Listarnir við valevnum skulu vera formanninum í valstýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. september.

Í mesta lagi níggju nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á sama lista.

Í minsta lagi trý og í mesta lagi 25 kunnu skriva undir sum stillarar á sama lista, og valevnini og stillararnir skulu hoyra til kirkjusóknina.

61 kirkjuráð
Kirkuráðsval er fjórða hvørt ár.

Kirkjuráðini skulu saman við sóknarprestinum taka sær av kirkjuni sum bygningi og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini.

61 kirkjuráð eru í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938