Søkja eftir deildarleiðara til Veðurstovuna

Søkja eftir deildarleiðara til Veðurstovuna
1. november yvirtekur Veðurstovan fimm-daga forsøgnina frá DMI
Tænastustaðurin hjá deildarleiðaranum er fyribils á veðurstøðini á Boðanesi í Havn, seinni ætlandi á flogvøllinum.  
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2021 - 09:09

Nú verður søkt eftir fyrsta deildarleiðaranum til Veðurstovu Føroya.

Deildarleiðarin skal saman við stjóranum á Vørn mynda stovnin á ein sannførandi hátt og virka fyri at dagføra og menna hann, virka fyri góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi, umframt at hava leiðsluábyrgd av starvsfólkum og øllum virkseminum á Veðurstovuni.

Umsøkjarar skulu hava útbúgving frá hægri lærustovni í náttúruvísindum ella onkrum, sum líkist teimum.

Føroyskar veðurforsagnir

1.november yvirtekur Veðurstova Føroya fimm-daga verðurforsagnirnar frá danska veðurstovninum, DMI. 

Og 1.desember er ætlanin at yvirtaka 24-tíma forsøgnina gerandisdagar.

Freistin at søkja deildarleiðarastarvið er til 11.oktober.

Tænastustaðurin er fyribils á veðurstøðini á Boðanesi í Havn, seinni ætlandi á flogvøllinum.
 
Føroyar yvirtóku málsøkið veðrið í 2009, men hevur keypt tænastur frá DMI síðani tá. Í fjør kostaðu tær fimm milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375