Framleiða eftirgjørd kjøt í Singapore

Framleiða eftirgjørd kjøt í Singapore
Heimsins fyrsta vinnuliga framleiðsla av eftirgjørdum kjøti er veruleiki
Mynd: Esco Aster  
 
17.09.2021 - 18:23

Framleiðslan byrjaði í summar í Singapore, sum er fyrsta landið, sum hevur góðkent kjøtið at brúka til mannaføði. Spátt er, at eftirgjørda kjøtið fer at koma ístaðin fyri kjøt frá djórum, men tað hevur leingi verið ov dýrt at keypa. Men nú er fyrsta stór-framleiðsla í gongd av "kanningarstovu-kjøti".

Tað skrivar AgriWacht, sum endurgevur The Straits Times.

Kjøtið verður framleitt á eini nýggjari verksmiðju, sum í stillum er farin undir at framleiða høsnarungakjøt, sum stavar frá kyknum og ikki frá sláturhúsi. Í desember í fjør varð verksmiðjan góðkend at framleiða eftirgjørt kjøt til mannaføði, og tað er enn bara í Singapore, at eftirgjørt kjøt kann keypast í handlunum.

Felagið Esco Aster, sum hevur sergrein í bio-reaktorum, ið verða nýttir til at framleiða eftirgjørt kjøt, eigur verksmiðjuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025