Heita á fólk um tryggja leyst tilfar

Heita á fólk um tryggja leyst tilfar
Væl av vindi verður næstu dagarnar
 
20.09.2021 - 13:23

Væl av vindi verður næstu dagarnar, og politiið heitir á fólk um at trygga leyst tilfar, trampolinir og annað, sum liggur við húsini.

Sambært vaktleiðaranum á politistøðini hava tey longu fingið fleiri fráboðanir um lutir, sum eru farnir við vindinum í morgun. 

- Okkurt spælihús er farið í luftina, og onkrar trampolinir hava hug at fara við vindinum. Nógv bygging er eisini í gongd, so tað er nógv tilfar, sum ikki er nóg væl tryggjað, nú tað hevur verið stilt í veðrinum í so langa tíð, sigur vakthavandi.

Sambært veðurstovuni DMI verður fitt av vindi til hósmorgunin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025