Fýra vindskaðar í gjár

Fýra vindskaðar í gjár
Allar fráboðanirnar komu úr Norðurøkinum
Áheitanin frá løgregluni í gjár stendur við, tí veðurmenninir boða frá stormi seinni í dag.
 
21.09.2021 - 09:27

Løgreglan fekk fýra fráboðanir um vindskaðar í gjár.

Løgreglan heitti í gjár á fólk um at tryggja tilfar, sum lá leyst uttan fyri húsini, tí veðurvánirnar boðaðu frá nógvum vindi eftir liggjandi góðveður.

Tær fýra fráboðaninar komu allar úr Norðurøkinum.

Ein trailari koppaði í Haraldssundi um fýra tíðina seinnapartin í gjár, men annars var talan um smærri skaðar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Tað verður meira vindur út á seinnapartin í dag, og tí stendur áheitanin í gjár við, siga tey av løgreglustøðini, og minna á, at nú er so mikið liðið út á heystið, at tað er eitt gott hugskot at taka trampolinir niður og fáa leyst tilfar inn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375