Faroe Ship: Umráðandi at fáa gongd á

Faroe Ship: Umráðandi at fáa gongd á
Flutningsfyritøkan Faroe Ship er ein av 12 føroyskum fyritøkum, sum hava bundið seg til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi eini helvt fyri 2030
Bogi Nielsen er stjóri í Faroe Ship.
 
22.09.2021 - 12:20

- Tað er týdningarmikið at fáa gongd á at minka útlátið, sigur Bogi Nielsen, stjóri á Faroe Ship.

Í gjár kunngjørdi Faroe Ship, saman við ellivu øðrum føroyskum fyritøkum, at ætlanin er at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi við eini helvt fram til 2030.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

1478494

Skipini ikki við

Í fyrsta umfari eru skipini tó ikki við, tí sonevndu vav1 og 2 bert fevna um tey útlát, sum eitt felag hevur beinleiðis ávirkan á ella eigur.

Eitt nú útlátið frá at hita bygningar, reka akfør og so framvegis.

Útlátið frá vavi 3 fevnir um alt óbeinleiðis útlát av virkseminum, sigur Bogi Nielsen, og tí er tað ikki við í hesum lyftinum um at minka útlátið í fyrsta umfari.

Faroe Ship ætlar at skerja útlátið av vakstrarhúsgassi eina helvt til ár 2030. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302