Video: Spenningurin helt sær í 65 minuttir

Video: Spenningurin helt sær í 65 minuttir
HB spældi seg í gjár í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið við 5-0 sigri á B71. Her eru málini úr dystinum
Mynd: FSF  
 
23.09.2021 - 15:58

Sum væntað vann HB seg í hálvfinaluna í steypakappingini, men spenningurin í dystinum ímóti B71 helt sær kortini í 65 minuttir. 

Stefan Radosavljevic skeyt HB framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men B71 helt málið reint restina av hálvleikinum.

Í seinna hálvleiki gingu 20 minuttir, áðrenn HB avgjørdi dystin. Jákup Thomsen skeyt tvey mál, og hini bæði skoraðu Michal Przybylski og Hørður Askham.

Málini úr dystinum síggjast á heimasíðuni hjá FSF. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221