Koronu-avmarkingar strikaðar í Noreg

Koronu-avmarkingar strikaðar í Noreg
Kravið um frástøðu og avmarkingar fyri, hvussu nógv kunnu savnast, verða strikaðar í Noreg
 
25.09.2021 - 10:43


Seinnapartin í dag verða tíðandi avmarkingar í sambandi við koronu strikaðar. 

Talan er um kravið um frástøðu og avmarkingar fyri, hvussu nógv kunnu savnast, sum verða strikað.

Norski forsætirráðharrin, Erna Solberg, sigur, at nú kunnu norðmenn aftur liva, sum teir gjørdu áðrenn farsóttina.

Men kortini væntar hon ikki, at tað verður sum fyrr.

- Eg haldi, at korona fer at seta sín dám á okkum restina av lívinum við góðum og ringum. Vit hava lært, hvussu sárbær vit eru og hvussu nógv vit megna, um vit standa saman, sigur Erna Solberg.

Hon sigur, at virusið verður í fólkinum í nógv ár aftrat, men koppsetingarnar hava tikið broddin av sjúkuni.

- Meira enn 90 prosent av fólkinum, eldri enn 18 ár, hava fingið fyrra prikið. Vit rokna við, at tey eru liðugt koppsett um tvær vikur.

Avmarkingar fyri fólk, sum koma til Noreg fara úr yvir tíð úr gildi. 

Í dag verður avmarkingin fyri ferðandi úr "appilsingulum londum" strikað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206005
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206004
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979