Sambandsflokkurin landsfund í dag

Sambandsflokkurin landsfund í dag
Landsfundurin verður hildin, samstundis sum Sambandsflokkurin stendur seg illa í spyr.fo kanning
 
25.09.2021 - 10:08

Klokkan 10 heldur Bárður Nielsen sína formansfrágreiðing, og síðani verður politiskt orðaskifti um hana.

Ein av gestarøðarunum á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum er Stephanie Lose, næstforkvinna í Vinstra-flokkinum í Danmark.

Landsfundurin verður stroymdur á heimasíðuni hjá Sambandsflokkinum.

Landsfundurin verður hildin, samstundis sum Sambandsflokkurin stendur seg illa í nýggjastu veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin.

Flokkurin missir sjey prosentstig í mun til løgtingsvalið fyri góðum tveimum árum síðani. Flokkurin fær sambært kanningini 13,3 prosent av atkvøðunum og bara fimm løgtingslimir, tveir færri enn ídag.

Fólkaflokkurin og Miðflokkurin varðveita sínar tinglimir, ávíkavist átta og tveir, men við lágu undirtøkuni hjá Sambandsflokkinum missir samgongan meirilutan í løgtinginum.

Stóri vinnarin í somu veljarakanning er Javnaðarflokkurin, sum sambært veljarakanningini hjá Sosialinum fær góð 30 prosent av atkvøðunum og 10 tinglimir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952