S&K-felagið eitur nú Samverk

S&K-felagið eitur nú Samverk
Við nýggja navninum kunnu allir limir kenna seg aftur, sigur felagið
Pætur Niclasen er formaður í Samverki, fyrrverandi S&K-felagnum.
 
27.09.2021 - 10:11

S&K-felagið hevur broytt navn til Samverk.

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at gamla heitið var ikki nøktandi longur. Tað var stytting fyri Skrivstovu- og Krambafólk, men í dag umboðar felagið eisini fleiri aðrar fakbólkar, og í nýggja navninum kunnu allir limir kenna seg aftur, sigur Samverk.

Navnið Samverk hevur tveir týdningar. Tað merkir bæði samarbeiði og tann mun, sum samarbeiði skapar, sigur felagið.

S&K- felagið var stovnað í 1940, og tað var virkið til 1945. Í 1973 var felagið endurstovnað.

Í løtuni eru fleiri enn 1400 limir í Samverki. Yngsti limurin er 12 ár, og tann elsti er væl oman fyri pensjónsaldur.

Hetta er búmerkið hjá Samverki.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558