Breddin: Fíggjarlóg og sammóður

Breddin: Fíggjarlóg og sammóður
Tvey aktuell evni verða umrødd, fíggjarlógaruppskotið fyri 2022 og andstøðuuppskotini, sum skulu fáa hugtakið "sammóður" inn í føroyska lóggávu
Jón Brian Hvidtfeldt og Tróndur Olsen manna redaksjónina á Breddanum í dag.
 
30.09.2021 - 08:54

Fyrsti Breddin í heyst er á skránni í útvarpinum klokkan 10 fyrrapartin. Breddin er aktualitetssending við bakgrund, perspektivering og kjaki.

Løgtingið fer fyrrapartin at umrøða trý lógaruppskot frá andstøðuni, sum skulu tryggja rættindi hjá samkyndum kvinnum, ið vilja ættleiða børn.

Skotið verður upp at broyta barsilslógina, rættargangslógina og lógina um "børns retsstilling", soleiðis at hugtakið "sammóður" eisini kann brúkast í Føroyum. Á Breddanum hyggja vit at hugtakinum og hvønn týdning tað hevur, umframt at vit meta um politisku avleiðingarnar av andstøðuuppskotinum.

Fíggjarlógin løgd fram

Klokkan 10 fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2022.

Sambært játtanarkørmunum í vár verður undirskotið 63 milliónir krónur næsta ár, tá átøk fyri 30 milliónir krónur eru framd. Men í august segði Búskaparráðið, at við búskaparligu gongdini í samfelagnum eigur fíggjarlógin fyri næsta ár at geva okkurt um 150 milliónir krónur í avlopi.

Breddin fylgir við framløguni av fíggjarlógaruppskotinum í Smæruni í Havn.

Tróndur Olsen og Jón Brian Hvidtfeldt leggja sendingina til rættis.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025