Listasavnið umbyggjast

Listasavnið umbyggjast
Bæði tann gamli og nýggi parturin skulu umvælast
Listasavnið
 
01.10.2021 - 13:26

Soppur er í Listasavninum, sum hevur fingið hálva aðru millión krónur til umvælingar í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2022.

Í fjør vóru brúktar 700.000 kr., í ár eru játtaðar 2,9 milliónir.

Ein ætlan er gjørd eftir at soppakanningar eru gjørdar í ár í bygninginum frá 1993. 

Ætlanin er at endurhýsa starvsfólk og list, reinsa fyri sopp, umvæla tekjuna og dagføra ventilasjónina.

Mett verður, at 1,4 mió. kr. verða brúktar í ár.

Eldri parturin av Listasavninum vísir seg at vera í verri standi enn áður mett.  

Upprunaliga var ætlanin at skifta tekjuna.

Men nú er talan um at høvuðsumvæla allan bygningin, og mælt verður til at hava eina kapping um tað arbeiðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904