Flogvanlukka í Milano kravdi átta mannalív

Flogvanlukka í Milano kravdi átta mannalív
Flogfarið datt niður á ein skrivstovubygning í norðuritalska býnum
Øll, sum vóru í flogfarinum, doyðu, og skrivstovubygningurin fekk eisini stóran skaða.
Mynd: RitzauScanpix  
 
04.10.2021 - 09:10

Eitt privatflogfar við átta fólkum datt niður í Milano í Norðuritalia í gjár. Øll, sum vóru við, lótu lív, skrivar BBC.

Flogfarið, sum var á veg til oynna Sardinia, datt niður á ein skrivstovubygning beint eftir, at tað var farið á flog av flogvøllinum, Linate, í Milano. 

68 ára gamli ríkmaðurin, Dan Petrescu, var flogskipari. Petrescu, kona hansara og sonur teirra doyðu í flogvanlukkuni, vita italskir miðlar at siga.

Tá flogfarið datt niður, kom eldur í skrivstovubygningin og í fleiri bilar nærindis. 

Nú verður kannað, hví flogflogfarið datt niður.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659