Kappingin um kristiligu lurtararnar harðnar

Kappingin um kristiligu lurtararnar harðnar
Sjey eitur eitt nýtt kristiligt kringvarp, sum byrjar at senda hósdagin
Mynd: www.sjey.fo  
 
05.10.2021 - 11:18

Lindin fær nú kapping um kristiligu lurtararnar í Føroyum. 

Sjey eitur nýtt kristiligt krigvarp, sum byrjar at senda hósdagin 7. oktober klokkan 13. 

Fyrsta sendingin verður send frá almennari móttøku í City Church í Havn. 

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá nýggja kristiliga kringvarpinum, sjey.fo. 

 

Lindin skift FM-sendinet

Í august frættist, at Lindin noyddist at leggja FM-sendinetið um og at útvega sær nýggjan veitara av einum FM-sendineti.

Einki varð tá sagt um, hví Lindin brádliga noyddist at finna ella byggja eitt nýtt FM-sendinet. 

Í tíðindaskrivinum varð hinvegin sagt, at ætlanin var at seta fyribilssendarar upp í Klaksvík og Havn. Annars varð víst til Televarpið og heimasíðuna og Facebook-vangan hjá Lindini.  

Um hendan støðan fyri FM-sendinetinum hevur nakað við ta sannroynd, at nýtt kristiligt kringvarp byrjar at senda hósdagin, sigur søgan einki um. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053