Næraberg seldur - kend Samherja-nøvn í nevndini

Næraberg seldur - kend Samherja-nøvn í nevndini
Ein av nevndarlimunum í felagnum, sum hevur keypt Næraberg, er Baldvin Thorsteinsson, sonur forstjóran í Samherja
Næraberg er seldur einum felagi, sum er staðsett í Póllandi, fyri 110,7 mió. kr.
 
07.10.2021 - 12:53

Í gjár fór Næraberg endaliga úr føroysku skipaskránni.

Hann er seldur av landinum fyri 110,7 milliónir krónur. 

P/f Næraberg í Klaksvík átti Næraberg. 

Sambært heimasíðuni "teyggjan.fo", er tað felagið Arctic Navigations, staðsett í Warshawa í Póllandi, sum stendur sum nýggi eigarin av Nærabergi.

Kend nøvn

Í nevndini í pólska felagnum eru fleiri kend nøvn. Eitt nú Baldvin Torsteinsson, sonur forstjóran í Samherja, Torstein Már Baldvinsson, sum løgreglan í Íslandi kannar í sambandi við stóru mutursgøluna í Namibia.

Baldvin Torsteinsson hevur sjálvur havt leiðandi starv í Samherja, og er í dag í ovastu leiðsluni í Eimskip, sum eisini er partur av Samherja-samtakinum.  

Umframt Baldvin Torsteinsson eru Kristján Vilhelmsson og Johannes Thorvardarson í nevndini í Arctic Navigations.

Kristján Vilhelmsson er ein av størstu eigarunum í Samherja, og varð nevndur í stóra lekanum av Panama-skjølunum fyri fimm árum síðani fyri at hava fleiri milliónir íslendskar krónur í skattaskjóli.

Torstein Már Baldvinsson var forstjóri í UK Fisheries, til hann mátti leggja frá sær í samband við Namibia-málið. 

Parlevliet

Samherji eigur UK Fisheries saman við hollendinginum, Diederik Parlevliet, sum eisini eigur ein triðing í felagnum Nærabergi, og sum eisini er nevndarformaður har.

Diederik Parlevliet og Baldvin Torsteinsson eru somuleiðis felags um felagið North Atlantic Fishing Assosiation Limited.

Næraberg hevur ligið í Hollandi síðani 27.september.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045