Nú kann Skeljungur selja Magn

Nú kann Skeljungur selja Magn
Partaeigararnir samtyktu søluna í gjár
Smápartafelagið Orkufelagið ætla at keypa Magn frá íslendingum, og miðað verður eftir, at keypsavtalan verður klár í november.
 
08.10.2021 - 09:41

Íslendska oljufelagið Skeljungur fer at selja dótturfelagið Magn.

Tað samtyktu partaeigararnir í Skeljungi í gjár. 

Føroyska smápartafelagið, Orkufelagið, ætlar at keypa Magn. Miðað verður eftir, at endaliga keypsavtalan verður klár í november. 

Magn verður keypt fyri 606 milliónir krónur í okkara peningi. Við í tí prísinum eru yvirtikin skuld og onnur fíggjarlig viðurskifti.

Partabrøvini verða keypt fyri 493 milliónir krónur í okkara peningi.

Ben Arabo stjóri

Ben Arabo, Teitur Nolsøe Poulsen og Tommy Næs Djurhuus stovnaðu 16.februar í ár Orkufelagið. 

Teitur Nolsøe Poulsen er nevndarformaður, og Ben Arabo er stjóri. 

Endamálið hjá felagnum er at stovna og reka orkukeldur, gera íløgur og annað virksemi í hesum sambandi.

Skeljungur fer at selja Magn, tí felagið ætlar at minka oljusøluna og heldur leggja dent á aðrar orkukeldur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926