Føroyingar hava álit á Kringvarpi Føroya

Føroyingar hava álit á Kringvarpi Føroya
Nýggj stór miðlakanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir, at føroyingar hava álit á upplýsingunum, sum koma frá Kringvarpi Føroya
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.10.2021 - 16:00

Kringvarp Føroya (KVF) hoyrist og sæst av øllum føroyingum. Tí er tað umráðandi fyri stovnin, at føroyingar hava álit á upplýsingunum, sum koma frá KVF.

Nýggja kanningin vísir, at 77 prosent av øllum føroyingum hava antin stórt ella nokk so stórt álit á KvF.

“Tølini eru jalig, tí óheftir miðlar eru ein hornasteinur undir fólkaræðinum. Álit á miðlunum stimbrar bæði fólkaræðisliga orðaskiftið og savningarmegina í føroyska samfelagnum”, sigur Ivan Hentze Niclasen, stjóri í KVF. 

Miðlakanning

Frítekst tagging: 

 

Stórt álit á public service-stovnum

Tað er Heini í Skorini, Ph.D. og adjunktur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur staðið fyri kanningini saman við greiningarfyritøkuni Lóður.

Hann vísir á, at álitið á KVF tykist vera líka stórt sum álitið á public service-stovnum í okkara grannalondum, og at álitið á almennum kringvørpum í miðal er størri enn álitið á privatum miðlum.

Hinvegin vantar okkum skipaða gransking um miðlaálit og miðlaatferð í Føroyum, og tí hava vit brúk fyri fleiri kanningum.

“Tað er eisini áhugavert at síggja, at álit og miðlanýtsla ikki altíð fylgjast at. Summi, sum siga seg hava lítið álit á KVF, brúka kortini KVF dagliga”, sigur Heini í Skorini, granskari. 

Hoyr samrøðu við Heina í Skorini, granskara, sum Durita Fagradal Augustinussen hevur gjørt. 

Heini_i_Skorini_um_midlakanning

 

Lítið álit á sosialum miðlum

Hinvegin er lítið álit á sosialum miðlum, hóast Facebook er toppskjútti, tá spurt verður, hvønn miðil fólk oftast brúka.

Altjóða miðlakanningar vísa eisini, at eitt vaksandi tal av fólki nýtir sosialar miðlar sum sín fremsta tíðindabera.

Føroyingar eru sera virknir á eitt nú Facebook.

Sambært kanningini hjá Fróðskaparsetrinum hava føroyingar tó als ikki álit á upplýsingum, sum koma frá Facebook.

“Facebook kann hava sínar fyrimunir, men fólk duga væl at skilja ímillum upplýsingar í óheftum professionellum miðlum og upplýsingar á sosialu miðlapallunum hjá altjóða tøknirisum, og tað er gott fyri fólkaræðið”, heldur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.

Millum 700 og 800 fólk luttóku í kanningini. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938