500 fleiri løntakarar seinasta árið

500 fleiri løntakarar seinasta árið
Seinastu mánaðirnar er vøksturin í løntakaratalinum ikki so stórur, sum hann hevur verið
27.400 løntakarar vóru í september, stívliga 500 fleiri enn í september í fjør.
Mynd: Savnsmynd  
 
13.10.2021 - 09:15

Løntakaratalið í Føroyum veksur ikki so skjótt longur, skrivar Hagstovan.

27.400 løntakarar vóru í september, stívliga 500 fleiri enn í september í fjør.

Seinastu mánaðirnar er vøksturin í løntakaratalinum ikki so stórur, sum hann hevur verið.

Fleiri kvinnur í løntakaraskaran

Í september vóru um 14.000 menn og 13.400 kvinnur løntakarar.

Fleiri kvinnur koma nú í løntakaraskaran. Í september vóru 150 fleiri menn og stívliga 350 fleiri kvinnur enn í september í fjør.

Vøkstur er í privatu tænastuvinnunum. Privatar tænastur eru handil og umvæling, gistingarhús og matstovur, flutningur, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húsarhaldstænastur, felagsskapir og mentan.

Minni vøkstur í almennari tænastu

Men vøksturin, sum hevur verið í almennari og aðrari tænastu, er steðgaður.

Her er talan um almenna fyrisiting, undirvísing, og heilsuverk og almannaverk.

Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014, skrivar Hagstovan. 

Í byggivinnuni eru skipasmiðjur, smiðjur, annar ídnaður, bygging og orku- og vatnveiting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158