Nú eru 53.500 fólk í Føroyum

Nú eru 53.500 fólk í Føroyum
Fólkatalið er vaksið 854 fólk seinasta árið
Fólkatalið er vaksið 854 fólk seinasta árið, og tey flestu, sum løgdust aftrat, í búgva í Tórshavnar kommunu..
Mynd: Hagstovan  
 
13.10.2021 - 14:41

1. september í ár búðu 53.498 fólk í Føroyum. Tað eru 854 fleiri enn somu tíð í fjør, og vøksturin er 1,6 prosent.

Nettoflytingin var 551 fók og burðaravlopið 303 fólk. 

Fleiri vóru fødd, og færri fluttu av landinum enn undanfarna 12 mánaða skeið.

Tey flestu búgva í Havn

Fleiri enn helvtin av teimum 854 fólkunum, sum løgdust afturat fólkatalinum, búgva í Tórshavnar kommunu, nevniliga 441 fólk. 

Lutfalsliga vaks fólkatalið mest í Nes kommunu. Tað vaks 3,7 prosent, ella 51 fólk.

Størsta afturgongdin var í Kvívíkar kommunu, har fólkatalið minkaði 16 fólk ella 2,6 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947