Breddin: Ruðuleiki í Bústøðum

Breddin: Ruðuleiki í Bústøðum
Stjórin í Bústøðum sleppur bara at úttala seg alment, um stýrisformaðurin gevur loyvi
Í Breddanum í dag verður hugt nærri at Bústøðum og leiklutinum hjá stjóra og stýri.
 
14.10.2021 - 09:01

Ruðuleiki valdar í Bústøðum.

Í uppskotinum um nýggja starvsskipan fyri Bústaðir eru broytingar, ið hava við sær, at stjórin í Bústøðum at kalla verður settur undir umsiting av stýrinum. Hann sleppur nú bara at úttala seg alment við loyvi frá stýrsformanninum.

Í Breddanum hyggja vit nærri at Bústøðum og leiklutinum hjá stjóra og stýri.

Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum, verður í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659