Størsta lodnukvota í Íslandi í 20 ár

Størsta lodnukvota í Íslandi í 20 ár
Lodnukvotan er mett at vera verd 2,5 milliardir kr. í okkara pengum
Íslenska lodnukvotan næstu vertíð verður góð 660.000 tons.
 
14.10.2021 - 08:49

Íslendska lodnukvotan í næstu vertíðini verður góð 660.000 tons.

Hetta er tað mesta í sløk 20 ár.

Íslendska havstovan sigur, at góð 900.000 tons kunnu fiskast. Ísland eigur 80 prosent av teimum.

Fiskiskapurin byrjar í morgin

Væntandi byrjar íslendska lodnuveiðan longu í morgin.

Lodnukvotan er mett at vera verd 2,5 milliardir kr. í okkara pengum.

Sambært avtalu við Ísland eiga Føroyar 30.000 tons av lodnu.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659