Starvsfólk: Nýggja stýrið skapar ótta og ófrið á Bústøðum

Starvsfólk: Nýggja stýrið skapar ótta og ófrið á Bústøðum
Starvsfólkini á Bústøðum venda sær nú beinleiðis til landsstýriskvinnuna í almannamálum, tí tey harmast um støðuna hjá bæði stovninum og stjóranum
 
18.10.2021 - 14:45

"Vit koma við eini inniligari áheitan á landsstýriskvinnuna í Almannamálaráðnum, um ikki at seta nýggju reglurnar í gildið, har stjórin verður bundin niður í tøgn og ikki sleppur at úttala seg alment vegna Bústaðir, uttan at tað verður filtrera gjøgnum nevndarformannin. Hetta er at taka álitið á stjóranum burtur og samstundis niðurgera hann sum stjóra og er við til at máa eldhuga hansara burtur."

Soleiðis skriva starvsfólkini á Bústøðum í einari beinleiðis áheitan til Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir, landsstýriskvinna í almannamákum. 

 

Nýggjar ásetingar

Í síðstu viku kom fram, at stýrið í Bústøðum hevur gjørt nýggja áseting í starvsskipanina fyri Bústaðir. 

Talan er um punkt 6.3 í starvsskipanini, har staðfest verður, at:

"Stýrisformaðurin myndar felagið saman við stjóranum. Stjórin úttalar seg vegna felagið eftir avtalu við stýrisformannin."

Og:

"Kunning úr felagnum er eftir AVTALU við stýrisformannin".

Tað er heldur ikki longur stjórin, sum teknar stovnin við undirskrift, men stýrisformaðurin.

Eisini skal stjórin biðja um loyvi frá stýrisformanninum, um hann ætlar at brúka peningaupphæddir, sum eru hægri enn 500.000 krónur.

 

Ikki samt stýri

Ósemja er í stýrinum, og Regin Hammer, stýrisformaður, Tom Silvurdal og Anna Maria Joensen, sum landsstýriskvinnan tilnevndi sum nýggjar stýrislimir 1. mai í ár, atkvøddu fyri nýggju ásetingini.

Emmy Sandberg Joensen og Una Joensen atkvøddu ímóti. Tær eru einastu stýrislimirnir, sum ikki eru nýggir.

Nýggja starvsskipanin skal formliga góðkennast av landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, og starvsfólkini á Bústøðum venda sær nú beinleiðis til landstýriskvinnuna í eini roynd at bøta um støðuna.

 Skrivið frá starvsfólkunum í Bústøðum er soljóðandi:

 

Felagsskriv frá starvsfólkunum á Bústøðum

Vit harmast um lagnustøðuna hjá stjóra okkara á Bústøðum og kenna okkum noydd at koma við eini inniligari áheitan á landsstýriskvinnuna í Almannamálaráðnum, um ikki at seta nýggju reglurnar í gildi, har stjórin verður bundin niður í tøgn og ikki sleppur at úttala seg alment vegna Bústaðir, uttan at tað verður filtrera gjøgnum nevndarformannin. Hetta er at taka álitið á stjóranum burtur og samstundis niðurgera hann sum stjóra og er við til at máa eldhuga hansara burtur.

“Líður ein limur, líða allir” soleiðis kenna vit tað, síðani nýggja stýrið bleiv valt, og merkist tað nógv á trivnaðinum á okkara, fyrr so fantastiska arbeiðsplássið.

Eisini spyrja nógvir leigarar hvat sker á Bústøðum???

Síðani Húsalánsgrunnurin bleiv stovnaður hevur hann verið leiddur av fyrimyndarligum stjórum og nevndum øll hesi mongu árini. Ongantíð hava vit merkt slíkan ótta og ófrið á okkum sum nú, og her eru fleiri, sum hava arbeitt í nógv, nógv ár. Tí kenna vit sviðan, saman við stjóranum í tí viðferð hann hevur fingið, og fær.

Vit vilja gera øllum greitt, at vit stuðla okkara stjóra og leiðslu, fult og heilt í teirra arbeiðshátti og útsøgnum og ynskja, at tey fáa arbeiðsfrið at gera sítt verk saman við deildarleiðarum og starvsfólki, so vit uttan tvídrátt og ósemjur, kunnu koma víðari við týdningarmikla arbeiðinum at byggja íbúðir og bøta um stóra bústaðartørvin runt oyggjar okkara.

Vinarliga

Starvsfólkini á Bústøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949