Breddin um rentustuðul

Breddin um rentustuðul
Tvey evni eru í sendingini í dag
Rentustuðulin er annað evnið í Breddanum í dag, og samrøða verður við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.10.2021 - 09:05

Breddin varpar í dag ljós á spentu støðuna í suðurkinesiska havinum og skipanina við rentustuðli í Føroyum. 

Kina ger alsamt meir um seg í suðurkinesiska havinum, og javnan flúgva kinesisk hernaðarflogfør inn í loftrúmið hjá Taivan. Tað fær taivansku myndugleikarnar at stúra, tí Kina tvíheldur um, at Taivan er ein partur av Kina, og eigur at vera undir kinesiskum valdi.

Føroysk húski hava fingið rentustuðul síðani 1996. Tað var eitt hent hjálparamboð í kjalarvørrinum av kreppuni í 90-unum. Men krepputíðir eru ikki longur,  so nær er tíðin búgvin at taka rentustuðulin av? 

Samrøða verður við Johnny í Grótinum, búskaparfrøðing.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025